Fuglaframi - 12.04.1898, Blaðsíða 4

Fuglaframi - 12.04.1898, Blaðsíða 4
sá, at her var nógv at bøta, nógv, sum átti at gjørst, og nógv, sum kundi gjørst. „Hesin vetur svann og tann tíðin rann meðan urtin lá lík og var bleik, kemur nú fagur stund, birtist lívið í lund upp til song, upp til dans, upp til leik.“ Summarið er fyri honđ. Dagarnir lýt- kast og urtimar vakna, spretta og spíra. Fuglurin kemur so við og við — ein fyri, annar eftir leitar Føroyar upp; smæðin í fyrstuni, men um nakrar dagar meiri fram- lopin, meiri kátur, og kæti og fróðleiki tekur til, sum summarið nærkast. Tað er einki undarligt, at tað fríska, sorgleysa lívið, sum vísur seg um várið, hevur sterkan innvirkan uppá sinnið. Tað gevur sinninum nakað av síni egnu kraft — birtur nýar og ljósar vónir sjálvt hjá honum, sum ár undan ári sá sína bestu vónir bresta. Men lat okkum eisini minnast, at fyri mongum er alt so smildrað sundur, at várið mest bara ber teimum syrgjulig minnur um tær stóru, fagru vónir. tey eina ferð hevði. Lat okkum ikki gera teirra byrði tyngri. Dreyfus—Esterhazy—Zola. Ein sak hevur verið fyri í Paris — ein sak við so út av lagi ljótum rættargangi og sum sigir frá so mongum skirvuslig'heitum hjá teimum* »stóru«, at ikki er undarligt, at fólk ógvast við. í einum so lítlum blaði sum »Fuglaf.« er sjálvsagt ikki pláss at greiða frá øllum tí mikla, sum viðvíkjur sakini. í allar stytsta máli er sakin soleiðis: Dreyfus, kapteymur í frakkiska herinum, var klagaður fyri at hava selt virðis'full frakkisk loynđarbrøv til Týskararnar. Fyri kríggsdóminum varð hann đømdur at setast á Djevlaoynna, ein oy fyri norðan Suður- ameriku. Dómurin tyktist mongum undar- ligur, tí einki prógv var framført fyri, at maðurin var sekur. Tey, sum vóru eftir heima, kona hans og bróður, royndu at fáa sakina fyri aftur. Tey trúðu fullt og fastj|y at Dreyfus vat ósekur, og eftir hvat Dreyfus hevði sagt teimum, var skálkurin ein, sum bar navnið Esterhazy. Tey strevaðist nú hvat tey kundu, og fleiri hjálptu teimum. Sjálvur Zola, tann frakkiski bókhøvdingur, var á oddanum og nokk var tað — sakin kom fyri aftur. Men hvat galt! Tó at øll prógv gingu Esterhazy ímóti, kendi kríggs- ‘dómurin hann ósekan. Men Zola fall ikki í fátt. Hann tók og skrivaði bræv til sjálvan presidentin, og harí klagar hann alt harkaliðið, generálar, oberstar og majorar fyri at hava farið fram við svikum í sakini og nevnur bæði menninar og teirra ger- ningar. Sjálvan kríggsdómstólin skyldar hann fyri svik bæði fyrri og seinni ferðina, sakin var fyri. Biðjur so síðst um at stevna seg fyri rættin. Hann varð so stevndur, men — so snildir vóru teir — bara fyri tað, hann hevði sagt um kríggsdómstólin. Hitt fingist teir ikki til at taka upp. Dómurin er fallin. Zola skal sita fastur eitt ár og betala 3000 francs í bót og 50,000 í umkostnaðir. Einki undur í! Tey vitnir, sum vistu nakað, sluppu einki at siga. Aftur ímóti stóð tað hinum partunum frítt fyri at tala so mikið teir vildu! Tað sær út til, at sakin kemur fyri aftur eina ferð enn. Dreyfus tykist at vera ósekur, men Esterhazy landssvíkjarin — og ikki tykist at standa væl til hjá teimum »stóru« í frakkiska herinum. Ósemjan millum Ameriku og Spaniu tekur til. Amerika keypur herskip. í Kina er mikil fløkja. Ongland, Frakland, Garðaríki (Rusland) og onnur lond liggja á kroppinum á Kina at fáa sær bitar og annan vinning burtur av tí. Við hetta lagið spillur hvørt fyri øðrum, og er tí mjarran og knarran teirra millufn. Tað er tó ikki sagt, at bardagar verða. Serliga - hvat Ameriku og Spaniu viðvíkir, kann Spania — um barđagar verða — gera amerikanska handilsflotanum óføra stóran skaða, so ússaligt, sum tað er. Men — íð hvussu verður — hetta er góður gloypubiti hjá teimum, sum væl dáma at sutla í kríggs- tíðindum. Einki er so ringt, tað er tó gott fyri okkurt! Jarn og SÍál rustar ikki, um tað verður koyrt undir kav í mettaðan upploysing (tað vil siga, so mikið, sum letur seg upploysa i tí vatni, ein hevur neyðugt at brúka) av »kulsur kali« ella »kulsur natron« og turkað úti. Vápn og byrsur skulu við hendan mátan kunna hanga í fleiri ár uttan at rustur fellur á. Rein luft verður seks ferðina so skjótt heit sum ring luft. Tann reina luftin heldur seg eisini longri heit. Oll áttu at vita hetta og mest tey, sum hava óhøggligt torv. Ein nýtist ikki ræðast so mikið kalda luft. Ein vidgitin enskur lekjari sigir, at ein fær ikki hálsa- og bróstsjúkur av kaídari luft, men av ringari luft fær ein tað. Prentað í prentsmiðju. „Dimmalætting“s.

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.