Føringatíðindi - 18.02.1897, Síða 3
oyggin roá kadlast eitt fjadlaland, tí stórur
partur av henni er stórar fjadlafløtur, so
høgt uppi sum høg fjødl i Førjum (o. u.
2000 føtur omanfiri havið); uppi á hesum
stóru fløtunum eru stórir fjadlariggir við
høgum tindin, sum koma upp til 11,000
føtur. Her uppi í erva kann verða rættu-
liga kalt um veturin, men heitt og (inni í
landinum) turt um summarið, so her gerst
lítið við jarðadirking, men her hava teir
seyð, »merino-seyð«, við frálíka fínari udl.
Har sum landið er lægri, í dølum og fram
við sjónum, er tað sera fruktbart, so her
veksur ikki bara vínber og slíkar fruktir
(apelsinir o. s. v.), sum finnast í hinum
sunnastu londum í Europa, men eisini
sukurgrøs (sukkerrør), pálmar og aðrir tí-
likir vøkstrir, sum ikki annans finnast í
Europa. í fjødlunum er mongi av máJmi:
gudl, silvur, kopar, jadn, blíggj og meiri
annað, eisini er her kol, salt og svávul.
Vestantil á hálv-oydni er kongadømið
Portugal o. u. 1600 □ mílir stórt við
4—5 milliónum innbiggjarum. Allarsunnast,
tætt við Njørvasund, á einum høvda er ein
staður og eitt óføra sterkt kastalag »Gi-
braltar«, sum Eingilskmenn eiga. Tað,
sum so er ettir av hálv-oyđoi, um gooo □
mílir, er Spanialand við 16—iymilliónum
inbiggjarum. (Niðurlagt.)
Rockall.
í donskum bløðum hevur firistøvu-
maðurin firi »meteorologisk institut* í Køpin-
havn, harri Ađam Poulsen, biðið um at fáa
at vita, um danslcir sjómen hava verið
uppi á Rockall og upplísingar um hesa
oyggj, av tí at tonkt hevur verið uppá at
fingið bigt hús her; kundi tað latið seg
gjørt og »telegrafur« gingið frá oydni, vildi
tað verið til stórt gagn firi teir, ið skulu
greiða frá veður og vindi.
Ein Eingilskmaður, Harwie-Brown, Esq.,
hevur i 1895 skrivað ein artikul, ið fæst
einskildur. um hesa oyggj; mesta partin
hevur hann fingið upplísing um frá Før-
ingum.
í 1887 hava fólk av >Delphin« og
»Gauntlet« verið uppi á oydni. H-Brown
hevur tosað við skiparin Jóanes í Funnings-
stovu, ið var við »Gauntlet«, hann heldur
oydna vera 70 føtur høga; norðan kemist
ikki upp, av tí at har er so bratt; betur er
á suðursíðini, sum fer líðandi móti sjónum
eina 50 føtur; har finnast røkur. Hann
slapp upp á oyđna á eystursíðini, men
kundi ikki komið niður attur uttan við hjálp
av línu. Nógd av fuglum — somu sløg sum
í Førjum — heldur til her og er so fult
av fuglaskadni, at klettarnir eru kvítir harav.
Gras- edla annar vøkstur er eingin. Hann
heldur ikki, at sjógvurin brítur ivir oydna.
Har, sum hann landaði, var sjógvurin 60
favnar djúpur.
H-B. hesur eisini tosað við skiparin
Jens í Dali; hann hevur ikki sjálvur verið
uppi á Rockall, men hevur verið hálva mil
frá henni. Hann sigur, at eitt fuglaslag
er har, sum ikki finnst í Førjum. Hvalir
sóust ikki har. Hann heldur, at sjógvur
um veturin og líka til maj mánað brítur
ivir oydna. Sker eri eingi uttan tvey —
VNV eina hálva míl úr oydni á 30 favnars
đjúbđi.
Onnur skip enn eingilsk og føroysk
koma ikki hagar. M.
Verri og verri. Nú er »Dim.« so adl-
vís, at hon seinasta leygardag kundi siga,
at »Sandoy« hevði so góðan vind til Ork-
neyoyggjarnar, at hon »ikki kundi vera
meir enn 2 dagar á veg. — Mann tað
ikki kunna vera læligt í Hetlandshavi, um
nógv gul er í Brisnagøtu?
»Har er hundurin grivin«. Mangur
maður, sum ikki er serskilt kønur i at
ransaka hjarta og nírur, kundi tó gruna,
kvi »Dim.« legði sær eina við i firstu grein
at toygja vónirnar um »Sandoy«s attur-
koming so langt út. Nú er tað komið út.
Hon hevur eyðvitað fingið kroppilsku av
teimum 700 kr„ sum Oygjafelag skal hava
firi ferðina.
Nú er frætt, at »Sandoy« var 2 sam-
døgur á burturferð og onnur 2 var hon á
atturferð. Hetta má kadlast skjótari enn
roknast kundi frammanundan.
Enn er at spirja: Hvussu kundi »Dim.«
rokna, kvat tið, ið kravdist til at bíða
ettir serum? Hevði tað fingist i Paris edla
í Einglandi kravdist o. u. 1 samdøgur.
* *
*
Seinasta nr. av »Dim.« hevur rætta
gamla krongulprokurátara lagið og sigur
lesarinum rangvørt um, kvat í »Føringat.«
stóð. — Hon mátti heldur takka firi neyð-
sínliga leiðbeining.
»Føringat.« hevur ikki fingist við at
spáa, kvussu leingi »Sandoy« fór at vera
um Hetlandsferðina, og hevur heldur ikki
givið ranga útseting av tí í »Dim.« stóð.
Tá ið »Dim.« sigur, at »Sanđoy«, »om
Vinden er gunstig, kan ventes om c. 14
Dage«, so mátti blaðstirilsið vita, at tað er
c. 14 dagar attan á tann mánaðsdag, sum
stendur framman í blaðnum, og ettir sum
»Dim.« sigur, at skipið fór 2 dagar firi tað,
kví skal tað ikki í »Føringatíðindi« setast
út til einar ió dagar.
Ettir sum »Dim.« so fegin dregur fram