Føringatíðindi - 18.02.1897, Page 3

Føringatíðindi - 18.02.1897, Page 3
oyggin roá kadlast eitt fjadlaland, tí stórur partur av henni er stórar fjadlafløtur, so høgt uppi sum høg fjødl i Førjum (o. u. 2000 føtur omanfiri havið); uppi á hesum stóru fløtunum eru stórir fjadlariggir við høgum tindin, sum koma upp til 11,000 føtur. Her uppi í erva kann verða rættu- liga kalt um veturin, men heitt og (inni í landinum) turt um summarið, so her gerst lítið við jarðadirking, men her hava teir seyð, »merino-seyð«, við frálíka fínari udl. Har sum landið er lægri, í dølum og fram við sjónum, er tað sera fruktbart, so her veksur ikki bara vínber og slíkar fruktir (apelsinir o. s. v.), sum finnast í hinum sunnastu londum í Europa, men eisini sukurgrøs (sukkerrør), pálmar og aðrir tí- likir vøkstrir, sum ikki annans finnast í Europa. í fjødlunum er mongi av máJmi: gudl, silvur, kopar, jadn, blíggj og meiri annað, eisini er her kol, salt og svávul. Vestantil á hálv-oydni er kongadømið Portugal o. u. 1600 □ mílir stórt við 4—5 milliónum innbiggjarum. Allarsunnast, tætt við Njørvasund, á einum høvda er ein staður og eitt óføra sterkt kastalag »Gi- braltar«, sum Eingilskmenn eiga. Tað, sum so er ettir av hálv-oyđoi, um gooo □ mílir, er Spanialand við 16—iymilliónum inbiggjarum. (Niðurlagt.) Rockall. í donskum bløðum hevur firistøvu- maðurin firi »meteorologisk institut* í Køpin- havn, harri Ađam Poulsen, biðið um at fáa at vita, um danslcir sjómen hava verið uppi á Rockall og upplísingar um hesa oyggj, av tí at tonkt hevur verið uppá at fingið bigt hús her; kundi tað latið seg gjørt og »telegrafur« gingið frá oydni, vildi tað verið til stórt gagn firi teir, ið skulu greiða frá veður og vindi. Ein Eingilskmaður, Harwie-Brown, Esq., hevur i 1895 skrivað ein artikul, ið fæst einskildur. um hesa oyggj; mesta partin hevur hann fingið upplísing um frá Før- ingum. í 1887 hava fólk av >Delphin« og »Gauntlet« verið uppi á oydni. H-Brown hevur tosað við skiparin Jóanes í Funnings- stovu, ið var við »Gauntlet«, hann heldur oydna vera 70 føtur høga; norðan kemist ikki upp, av tí at har er so bratt; betur er á suðursíðini, sum fer líðandi móti sjónum eina 50 føtur; har finnast røkur. Hann slapp upp á oyđna á eystursíðini, men kundi ikki komið niður attur uttan við hjálp av línu. Nógd av fuglum — somu sløg sum í Førjum — heldur til her og er so fult av fuglaskadni, at klettarnir eru kvítir harav. Gras- edla annar vøkstur er eingin. Hann heldur ikki, at sjógvurin brítur ivir oydna. Har, sum hann landaði, var sjógvurin 60 favnar djúpur. H-B. hesur eisini tosað við skiparin Jens í Dali; hann hevur ikki sjálvur verið uppi á Rockall, men hevur verið hálva mil frá henni. Hann sigur, at eitt fuglaslag er har, sum ikki finnst í Førjum. Hvalir sóust ikki har. Hann heldur, at sjógvur um veturin og líka til maj mánað brítur ivir oydna. Sker eri eingi uttan tvey — VNV eina hálva míl úr oydni á 30 favnars đjúbđi. Onnur skip enn eingilsk og føroysk koma ikki hagar. M. Verri og verri. Nú er »Dim.« so adl- vís, at hon seinasta leygardag kundi siga, at »Sandoy« hevði so góðan vind til Ork- neyoyggjarnar, at hon »ikki kundi vera meir enn 2 dagar á veg. — Mann tað ikki kunna vera læligt í Hetlandshavi, um nógv gul er í Brisnagøtu? »Har er hundurin grivin«. Mangur maður, sum ikki er serskilt kønur i at ransaka hjarta og nírur, kundi tó gruna, kvi »Dim.« legði sær eina við i firstu grein at toygja vónirnar um »Sandoy«s attur- koming so langt út. Nú er tað komið út. Hon hevur eyðvitað fingið kroppilsku av teimum 700 kr„ sum Oygjafelag skal hava firi ferðina. Nú er frætt, at »Sandoy« var 2 sam- døgur á burturferð og onnur 2 var hon á atturferð. Hetta má kadlast skjótari enn roknast kundi frammanundan. Enn er at spirja: Hvussu kundi »Dim.« rokna, kvat tið, ið kravdist til at bíða ettir serum? Hevði tað fingist i Paris edla í Einglandi kravdist o. u. 1 samdøgur. * * * Seinasta nr. av »Dim.« hevur rætta gamla krongulprokurátara lagið og sigur lesarinum rangvørt um, kvat í »Føringat.« stóð. — Hon mátti heldur takka firi neyð- sínliga leiðbeining. »Føringat.« hevur ikki fingist við at spáa, kvussu leingi »Sandoy« fór at vera um Hetlandsferðina, og hevur heldur ikki givið ranga útseting av tí í »Dim.« stóð. Tá ið »Dim.« sigur, at »Sanđoy«, »om Vinden er gunstig, kan ventes om c. 14 Dage«, so mátti blaðstirilsið vita, at tað er c. 14 dagar attan á tann mánaðsdag, sum stendur framman í blaðnum, og ettir sum »Dim.« sigur, at skipið fór 2 dagar firi tað, kví skal tað ikki í »Føringatíðindi« setast út til einar ió dagar. Ettir sum »Dim.« so fegin dregur fram

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.